Frítíðarklubbin er ein klubbi fyri menningar- og rørslutarnaði. Vit halda til í bygninginum hjá Javna á Hoydalsvegi 40. Vit hava eina skrá fyri hvønn mánað, sum inniheldur alskyns undirhald og hugna. T.d. fara vit av og á at bowla, fara útferðir, hava gekkakvøld, hugnakvøld, spurnarkappingar og sum fastan tátt hvønn mánað ein gongutúr!
Nær Frítíðarklubbin varð stovnaður, veit eingin við vissu. Vit hava roynt at granska í gomlum skjølum, men einki ávíst ár var at síggja. Fleiri av teimum "eldru" í Frítíðarklubbanum meta, at Frítíðarklubbin varð stovnaður miðskeiðis í 90´árunum, men summi nevna eisini seinast í 80´árunum.
Frítíðarklubbin hevur 2 starvsfólk, og hesi eru Jóhan T. Lervig (224766) og Petur Veihe (223397).
Frítíðarklubbin hevur eina brúkaranevnd. 3 fólk frá Klubbanum eru í nevndini. Tey sita 1 ár á gangin. Val til brúkaranevndina er í Januar. Í Brúkaranevndini fyri 2015 eru: Meiken Olsen, Unn Mortensen og Lennart Magnussen Uppgávan hjá Brúkaranevndini er at gera skrá saman við starvsfólkunum. Brúkaranevndin skal eisini hjálpa til, tá ymisk stór tiltøk eru á skránni og annars vera ein fyrimynd fyri aðrar brúkarar hjá Klubbanum.
Frtíðarklubbin hevði eina navnakapping, fyri nøkrum árum síðani, har øll kundu taka lut. Ein vinnari varð funnin og síðani 2008, hevur Frítiðarklubbin verður kallaður Frítíðarklubbin Trivni.
Í oktobur 2015 flutti Frítíðarklubbin Trivni úr 3. hædd uppí 4. hædd. Hendan hæddin varð fyrr brúkt av Javna.